FAkta um mark

Hóast flestu londini á okkara leiðum ikki ratificeraðu - t.e. formliga settu í gildi fyri teirra viðkomandi- Havrættarsáttmálan fyrr enn miðskeiðis í 90-árunum, gjørdu strandalondini kring Hatton-Rockall økið hvør í sínum lagi "designeringar" - t.e. einsæris krøv um landgrunsrættindi - út um 200 fjórðingamørkini longu miðskeiðis í 80-árunum - baseraðar á ásetingarnar í Havrættarsáttmálanum, sum varð undirskrivaður í ST í 1982.

Føroyar ? men formliga er tað Danmark - er tað seinasta landið á okkara leiðum at ratificera sáttmálan. Tað verður eftir ætlan gjørt í ár, møguliga longu í næsta mánað. Ein orsøk til at henda góðkenning ikki er komin enn er m.a. eitt stríð, sum hevur verið millum Bornholm og Póland.

Designeringarnar hava ikki nakað altjóða status. Har aftur ímóti fáa øll strandalond, hvør í sínum lagi, eitt tíðarskeið - fram til 2009 ella í minsta lagi 10 ár frá tí, at tey hava ratificerað Havrættarsáttmálan - til at skjalprógva og dokumentera fyri eini sonevndari landgrunsmarkanevnd undir ST (Commission on the Limits of the Continental Shelf, CLCS), at tey hava tær neyðugu náttúrugivnu umstøðurnar - natúrligt samband ella "natural prolongation" - út eftir landgrunninum til at kunna gera formlig krøv galdandi og út um 200 fjórðingamarkið.

Ta uppgávuna hevur Jarðfrøðisavnið fingið at arbeiða við tey komandi árini - saman við øðrum viðkomandi stovnum í Danmark og Føroyum.

Hetta er tó eitt ríkismál sum so. Danska ríkið hevur fimm umráði, har hildið verður, at man skal gera seg galdandi uttan fyri 200 fjórðingar. Av teimum eru tvey í Føroyum, eitt sunnan fyri og eitt norðanfyri. Síðani trý í Grønlandi. Løgd er ein ætlan yvir 10 ár, har pengar verða settir av til at kunna prógva rættin at gera krøvini galdandi uttanfyri 200 fjórðingar.

Økini, talan kann gerast um at gera krav um, eru fyri Føroyar partvíst á Hatton-Rockall økinum í ein útsynning úr Føroyum, og partvíst í Norðurdjúpum í ein landnyrðing úr Føroyum.