Fakta um Hjørdis Háberg:

Hjørdis er fødd á Tvøroyri 13. november 1916. Foreldrini vóru Elisabeth, f. Nielsen, ættað úr Lopra, og Jógvan Næssaa, ættaður av Nesi í Eysturoy. Familjan búði á Tvøroyri til 1919, tá tey fluttu til Havnar at búgva.

Hjørdis giftist við Petur W. Háberg úr Havn. Petur var ein fjøltáttaður maður sum royndi nógv ymiskt á síni yrkisleið. Hann skrivaði, yrkti, og týddi nógv, bæði á andaliga og tímiliga økinum, umframt at hann var ein góður talari.
Hjørdis hevur verið ein sera virkin kvinna. Hon hevur t.d. eisini roynt seg sum reiðari. Tá Petur doyði í 1984, 70 ára gamal, yvirtók hon hansara starv sum stjóri á P/f Hvalnes. Hjørdis koyrdi eisini bil til fyri fáum árum síðan.