Í PSV Eindhoven var Frank Arnesen í nógv, men hansara eyðsýndu evni at arbeiða við evnaríkum leikarum gjørdu, at Tottenham ognaði sær hann á heysti í 2005. Har fekk hann tó ikki nógv av skafti, tí hann hevði illa nokk latið hurðanar aftur aftan fyri seg í Tottenham, áðrenn Chelsea hálaði hann út aftur og vildi hava hann til sín. Hetta kostaði Chelsea rinda 80 milliónir krónur, men aftur fyri fingu teir ein tann besta talentskótan í Evropa at hava ábyrgdina av ungdómsmenningini í felagnum.
Sum leikari var Frank Arnesen eisini góður og nógv eftirspurdur í Evropa. Barndómsfelagið æt Fremad Amager, og har frá gekk leiðin til Ajax. Arnesen spældi seks ár í Ajax, áðrenn spanska stórfelagið Vanlencia tryggjaði sær hansara undirskrift. Har var hann í tvey ár, og síðani skifti hann til belgiska Anderlecht. Úr Anderlecht gekk leiðin aftur til Holland - hesaferð til PSV Eindhoven, har hann endaði sína yrkisleið sum fótbóltsleikari.
Sum leikari gjørdi Frank Arnesen eisini vart við seg á landsliðnum, har hann fekk 52 í reyðu troyggjuni.