Fakta um Bullguard

(www.bullguard.com)

Bullguard varð stovnað av Morten Lund og Theis Søndergaard í 2001. Visjónin hjá teimum báðum var at skapa eina vøru, sum kundi verja brúkaran á alnetinum. Fokus-bólkurin var frá byrjan breiðbandskundin, sum alla tíðina situr á netinum, og sum soleiðis støðugt er hóttur av virus, hackarum og sonevndu internet-ormunum.

Vøruskráin fevnir í dag um fýra kjarnuøki. Virus-verjur, Firewalls, Spam-filtur og On-line backup. Hartil er felagið júst komið á marknaðin við serligari virus-verju til fartelefonir.

Heini gjørdist partur av fyritøkuni í 2002. Hetta var um sama mundið, sum fyrsta útgávan av Bullguard varð send á marknaðin. Longu árið eftir hevði felagið fleiri enn 3 mió brúkarar. Talið av brúkarum veðrur í dag mett til 15 mió.

Felagið hevur í dag 61 fólk í starvi. Av hesum starvast 42 í Rumenia, 15 í Danmark og 4 í London, har felagið eisini er skrásett.