Fakta um Benny Johansen

-

Benny Johansen er væl kendur í donskum fótbólti. Hann var í síni tíð ein vandamikil álopsspælari. Hann umboðaði B1903 í Keypmannahavn. Hetta var síðst í seksti og fyrst í sjeyti árunum. Millum liðfelagarnar var Christian Andersen, sum síðani hevur verið venjari í m. a. AB og FCK, og sum nú er venjari í Farum. Ein annar liðfelagi var Allan Michelsen, sum hevur verið venjari í fleiri donskum feløgum.
Eftir at hann gavst at spæla fótbólt hevur Benny Johansen verið venjari hjá fleiri feløgum. Hann var venjari hjá B1903, og tá hetta felagið legði besta liðið saman við KB, og felagsliðið varð nevnt FCK, var Benny Johansen fyrsti venjarin. Tað hilnaðist sera væl, tí FCK vann DM við Benny Johasen sum venjara.
Seinni var Benny Johansen í fleiri ár venjari í Silkeborg. Har hilnaðist tað eisini væl, men so gekk minni væl. Síðsta heyst hevði soltna úrtøkan hjá Silkeborg við sær, at Benny Johansen fekk sekkin. Hann hevur ikki verið venjari síðani tá. Síðst í januar kom hann í samband við Fótbóltssambandið. Tað hevur síðani verið upp á tal, at danski venjarin skuldi í fulltíðarstarv sum venjari hjá føroyska landsliðnum. Týskvøldið varð tað greitt, at Benny Johansen verður ikki fulltíðarsettur venjari hjá FSF.