FAKTA: Tíggju teir dýrastu fótbóltshandlarnir

Komandi Liverpool-spælarin, Virgil van Dijk, er einasti verjuleikari á topp-10 listanum yvir dýrstast fótbóltsleikarar.

 

Virgil van Dijk skiftir um ársskiftið frá Southampton til Liverpool sambært fleiri bretskum miðlum fyri 75 milliónir pund. Tað sendir hann inn á topp-10 listan yvir tíðarinnar dýrastu fótbóltsleikarar.

 

Soleiðis sær listin út:

 

1. Neymar, 1,685 milliardir krónur, frá Barcelona til Paris Saint-Germain í 2017.

 

2. Ousmane Dembélé, 813 milliónir krónur, frá Dortmund til Barcelona í 2017.

 

3. Paul Pogba, 747 milliónir krónur, frá Juventus til Manchester United í 2016.

 

4. Gareth Bale, 716 milliónir krónur, frá Tottenham til Real Madrid í 2013.

 

5. Cristiano Ronaldo, 672 milliónir krónur, frá Manchester United til Real Madrid í 2009.

 

6. Gonzalo Higuain, 633 milliónir krónur, frá Napoli til Juventus í 2016.

 

7. Romelu Lukaku, 630 milliónir krónur, frá Everton til Manchester United í 2017.

 

7. Virgil van Dijk, 630 milliónir krónur, frá Southampton til Liverpool í 2018.

 

9. Luis Suarez, 546 milliónir krónur, frá Liverpool til Barcelona í 2014.

 

10. James Rodríguez, 529 milliónir krónur, frá Monaco til Real Madrid í 2014.

 

Roknað verður við, at Kylian Mbappé í summar skiftir leigumálið í Paris Saint-Germain um við ein varandi sáttmála. PSG hevu rlongu avtalað við Monaco at gjalda 1,35 milliardir krónur fyri ein stórtalentið, um PSG og Mbappé ynskja eitt varandi skifti.

 

Kilde: AFP.

/ritzau/