FAKTA: Hesi lond kanst tú enn ferðast til

Vegna koronusmittuna mælir Danmark frá øllum ikki neyðugum ferðum til megin partin av heiminum.

Tunesia hevur í eina tíð verið einasta land uttan fyri Evropa, sum danska uttanríkisráðið ikki hevur frámælt at ferðast til.

Men norðurafrikanska landið hevur í dag sett ferðaavmerkingar í gildi, so tað bara eru tunesar ella fólk við føstum uppihaldi í landinum sum kunnu ferðast til landið, og tí frámælir Uttanríkisráðið nú ferðir hagar.

Les her, hvørji lond í ES og Schengen sum vit sambært donskum myndugleikum enn kunnu ferðast til, um vit sýna eyka stórt varsemi:

– Noreg*, Svøríki, Týskland**, Pólland, Italia, Slovakia, Bulgaria, Grikkaland, Kypros og San Marino.

– Í hinum partinum av ES og Schengen verður mælt frá øllum óneyðugum ferðum.

Tað er vegna høga smittutalið – um tað eru fleiri enn 30 nýggir smittutilburðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar um vikuna – ella um londini hava sett ferðaavmarkingar í gildi – sum til dømis krav um sóttarhald.

– Í allari restini av heiminum verður mælt frá øllum óneyðugum ferðum.

* Í Noreg er krav um tíggju dagar sóttarhald fyri fólk úr Danmark og Føroyum, men Uttanríkisráðið mællir ikki frá ferðum, tí tað er gjørligt at halda feriu í landinum, um tú kanst finna eitt »hóskandi sóttarhaldsstað«.

** Í Týsklandi er krav um 14 dagar sóttarhald fyri ferðandi til landið frá Region Hovedstaden. Fram til 1. oktober kann tú sleppa undan, um tú kanst vísa eina negativa koronukanning, sum ikki er meira enn 48 tímar gomul.

Kelda: Udenrigsministeriets Borgerservice.

/ritzau/