Fakta: Hava talufrælsi sum einstaklingar

Alment sett hava skrivi- og talufrælsi og eru sum útgangsstøði líka væl vard av § 77 í ríkisgrundlógini sum onnur. Tá ið tey úttala seg um sítt egna arbeiðspláss eru tó nakrar avmarkingar

Dánjal Højgaard

Í egnum navni
Almenn starvsfólk hava talufrælsi sum privatpersónar. Tey kunnu skriva og úttala seg sum onnur í egnum navni – eisini um sítt egna arbeiðspláss. Hinvegin hevur leiðslan fult ræði á, hvør ið úttalar seg vegna stovnin. So á tí økinum er einki talufrælsi.

Tá starvsfólk sum privatpersónar úttala seg um sítt egna virkisøki og arbeiðspláss galda tó nakrar avmarkingar. Umframt vanliga revsisábyrgd skulu tey halda tagnarskylduna. Harumframt hevur Fólkatingsins Umboðsmaður ásett nakrar avmarkingar, sum skulu tryggja, at úttalilsini ikki gera, at arbeiðsplássið ikki fær virkað og tikið avgerðir.

Tað, sum ført verður fram, má ikki vera ósatt ella óneyðuga grovt. Og hjá teimum, sum sita við borðið, har avgerðirnar verða tiknar, kann talufrælsið verða skert, serliga áðrenn avgerðirnar verða tiknar.

Fyri fjøldina av starvsfólkum, sum ikki taka avgerðir, hevur hetta ongan týdning. Tey hava talufrælsi, sum er serliga stórt, tá ið tað ræður um at siga sína hugsan um skerjingar og sparingar, sum kunnu ávirka teirra arbeiðsviðurskifti.

Forboð fyri leiðslureaktónum
Leiðslan á einum arbeiðsplássi kann ikki avgera, at starvsfólkini kunnu siga sína hugsan alment, um leiðslan hevur givið grønt ljós til hettar. Tað er censurur í stríð við § 77 í ríkisgrundlógini.

Atfinningar móti arbeiðsplássinum – enntá ógvuliga hvassur kritikkur – mugu heldur ikki fáa neiligar avleiðingar fyri starvsfólkið, sum sigur sína hugsan. Úttalsilir, sum halda seg innan fyri lógarinnar karmar, mugu ikki føra til sokallaðar ”negativar leiðslureaktiónir”, so sum uppsøgn, broyting í arbeiðinum ella líknandi, hevur danski umboðsmaðurin staðfest.

Ein almennur leiðari má við øðrum orðum ikki á nakran hátt revsa eitt starvsfólk, bara tí at hann helt tað vera óloyalt av starvsfólkinum at úttala seg alment.
Í heilt serligum førum kunnu samstarvstrupulleikar, sum koma í kjalavørrinum á almennum úttalilsum, tó geva leiðslum rætt til at reagera, hevur umboðsmaðurin staðfest. Men hesin møguleikin er avmarkaður.