9. september í 1948 var Demokratiska Fólkalýðveldið Korea, Norðurkorea, stovnað av Kim Il-sung, eftir at landið var býtt sundur sum úrslit av, at Japan var við undirlutan í Øðrum Veraldarbardaga.
Tá Kim Il-sung doyði í 1994, tók sonur hansara, Kom Jong-il við stýrisvølin í landinum, til hann doyði í 2011. Síðani hevur Kom Jong-un, abbasonur landsfaðirsins, staðið á odda í Norðurkorea.
Ársdagurin fyri tjóðarinnar føðing, sum vanliga verður hátíðarhildin við hernaðarskrúðgongum, er ein av størstu døgunum í kalendaranum hjá teimum gott 25 milliónum íbúgvunum í Norðurkorea.
Aðrir stórir merkisdagar eru:
– 15. apríl: Dagur sólarinnar – føðingardagurin hjá Kim Il-sung. Ársins týdningarmesti halgidagur.
– 16. februar: Dagur lýsandi sjørnarinnar. Føðingardagurin hjá Kim Jong-il. Næsttýdningarmesti dagur.
– 10. oktober: Stovningardagurin hjá Koreanska Arbeiðaraflokkinum (kommunistaflokkinum) verður hátíðarhildin.
Keldur: Den Store Danske, publicholidays.com
/ritzau/