FAKTA: Eurovision-setan uttan Ísrael

Turkislitta langmottan vísir byrjanina upp á ársins altjóða songkappingina Eurovision

Ísrael hevur meldað avboð til ársins setanarhald, sum er sama dag sum Ísrael minnist Holocaust. (Arkivfoto). - Foto: Stringer/Reuters

68. útgávan av altjóta sangkappingini, Eurovision, er alment byrjað við setanarhátíðarhaldinum í dag í Malmö Live Konserthus í svenska stórbýnum.

Sum siður er fór luttakandi tjóðirnar eftir eini turkislittari langmottu at heilsa upp á viðhaldsfólk og toa við heimspressuna.

Ísrael hevði givið avboð til setanarhaldið, sum er sama dag, sum ísraelski minningardagurin fyri Holocaust.

Men longu í februar var tað sambært fleiri ísraelskum miðlum gjørt av, at tann 20 ára gamla songkvinnan Eden Golan, sum skal syngja lagið »Hurricane«, vegna trygdina skuldi halda seg burtur. Ísraelska luttøkan hevur ført til fleiri ógvusligar atfinningar orsakað av krígnum í Gaza.

* Ársins Eurovision verður hildin í svenska stórbýnum Malmø.

* Svørki gjørdist vertur sum vinnari av kappingini i fjør við lagum »Tattoo« hjá Loreen.

* Eurovision hevur hildið við tveimum hálvfinalum týsdagin og hósdagin, har tíggju lond sleppa víðari úr hvørjari hálvfinalu til endaligu finaluna næsta leygarkvøld.

* 37 lond eru við í ársins Eurovision.

* Í mun til í fjør hevur Rumenia meldað frá vegna vantandi fíggjarorku, meðan Luxembourg er aftur í kappignini eftir at hava verið burtur í 31 ár.

* Songkvinnan Saba umboðar Danmark við lagnum »Sand«.

* Seks lond hava altíð tryggja sæti í finaluni. Tey eru Spania, Bretland, Frankaríki, Týskland og Italia, tí tey gjalda størsta partin av gildinum. Og so er tá vinnarin árið fyri, sum í ár er Svøríki, sum eisini hevur tryggjað pláss.

Keldur: eurovision.tv, Ritzau.

/ritzau/

 

Ísrael hevur meldað avboð til ársins setanarhald, sum er sama dag sum Ísrael minnist Holocaust. (Arkivfoto). - Foto: Stringer/Reuters