Í dag er altjóða minningardagur fyri Holocaust. At hesin dagurin er settur til at minnast Holocaust samtykti ST í 2007. Tað var júst 27. januar í 1945, at hermenn frá Sovjetsamveldinum komu fram til týningarleguna Auschwitz í Póllandi.
- Holocaust er heitið fyri nasistisku jagstranina eftir jødum, og somuleiðis nasistiska aðalmálið um at týna allar jødar úr Evropa.
- Orðið sjálvt merkir "brent" ella "brennioffur".
- Shoah er nútíðar jødiska/hebraiska heitið fyri Holocaust.
- Nasistarnir komu framat valdinum í Týsklandi í 1933 og høvdu valdið á landinum fram til fallið í Øðrum Heimsbardaga í 1945.
- Í hesum tíðarskeiðið drópu nasistarnir áleið seks milliónir jødar í Týsklandi og í teimum londum, sum Týsklandi hevði ræðið á.
- Nógvir jødar vórðu sendir í týningarlegu, har teir vórðu dripnir í gasskømrum ella doyðu orsaka av hungur og sjúku.
- Ein tann kendasta týningarlegan var Auschwitz-Birkenau í hersetta Póllandi. Har verður hildið, at áleið eini 1.1 milliónir fólk vórðu dripin.
Keldur: Ritzau, Dansk Institut for Internationale Studier










