Fakligi parturin liðugur

Eftir ein langan dag við heilum níggju fyrilestrum er fakligi parturin av aliráðstevnuni hjá Havbúnaðarfelagnum nú av, og eftir er bert sosiali parturin sum byrjar klokkan 19. Luttakararnir til aliráðstevnuna 2010 hittust so smátt klokkan níggju í morgun til ein lættan morgunmat, og klokkan 9.30 setti Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, so sjálva ráðstevnuna.

Síðani varð farið undir fyrilestrarnar. Fyrst tosaði Hans Jákup Mikkelsen frá Marine Harvest um marknaðarútlit hjá alivinnuni í 2010, og honum á baki kom Rúni Dam frá Avrik og greiddi frá Fiskagoymslu og metingum.

Eftir ein kaffisteðg varð hildið fram við Framleiðsluoptimering av laksi, sum Kjell Arne Rørvik frá Havsbrún tosaði um. Undan matarsteðginum umrøddi Vidar Myhre Royndir úr Noregi við at brúka leppefisk móti lús.

Byrjað var aftur við Kritiskir faktorar í samband við rogna- og smoltframleiðslu, sum Grete Bæverfjord greiddi frá, áðrenn Knud Simonsen tosaði um Kanning av streym- og alduviðurskiftum á alifirðum, og hvat alivinnan kann fáa burtur úr hesum. Áðrenn kaffisteðgin seinnapartin tosaði Peter Østergaard frá Aquamed um, Hvussu vit minka um lúsatrupulleikan burðardygt.

Síðani helt Clive Talbot ein kontroversiellan fyrilestur, ið hann kallar Key factors in improving productivity and profitability in salmon farming áðrenn Oystein Paturson tosaði um Samanhangir millum iltinnihald, vøkstur og fóðurfaktor.

Áðrenn Odd Eliasen tók saman um greiddi Rúni Dam frá Lívfrøðiligu úrslitunum 2009.

Fakligi parturin endaði um 17-tíðina, og klokkan 19 verður so veitsla á Hotel Føroyum fyri luttakarunum.