Føroya Blaðmannafelag
??????????????????????
Blaðmannafelagið hevði mikudagin fund um uppsøgnina av Eli Guttesen, blaðmanni á Dimmalætting. Vit eru ikki í iva um, at einasta orsøkin til uppsøgnina er leikluturin hjá Eli, sum nevndarlimur í FB í samband við sáttmálasamráðingarnar.
Greiðar ábendingar eru um, at her er talan um eina hevndaratsøkn.
Niðanfyristandandi niðurstøða varð gjørd á fundinum:
»Blaðmannafelagið metir uppsøgnina av einum journalisti á Dimmalætting at vera ógilduga.
Felagið staðfestir, at blaðmaðurin er uppsagdur vegna fakligt arbeiði fyri fakfelagið.
Ongin saklig orsøk er givin fyri uppsøgnina, og kann hon tí ikki skiljast ørvísi enn forfylging av einum nevndarlimi í Føroya Blaðmannafelag.
Málið er latið sakførara, og felagið umhugsar hvørji tiltøk verða sett í verk.?










