Fakfeløgini siga einki enn

.

Gjárkvøldið høvdu fakfeløgini, sum samstarva, sín fjórða fund um skattalættan, ið sjómenninir hava fingið.

20-21 fakfeløg eru við í hesum samstarvinum. inki av manningarfeløgunum er við í samstarvinum um hetta málið.

Undan fundinum gjárkvøldið vildi Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, einki siga frá fundunum, ið hava verið. Fakfeløgini vóru samd um at bíða við at koma ið nøkrum.

Tá landsstýrið legði uppskotið um skattalættan til sjómenn fram, hóttu fakeløgini við verkfalli, um uppskotið varð samtykt. Hóttanin varð tó ikki til veruleika, tí feløgini vóru ikki samd um at taka slíkt stig.