- Vit eiga at fáa eitt føroyskt LO, tað sigur Sonja Jógvansdóttir í vinnublaðnum hjá Sosialinum í dag.
Í Danmark er LO - ella Landsorganisationen - tann almenna røddin fyri 18 sera fjølbroytt fakfeløg, tá ið tað kemur til Fólkatingið, donsku málaráðini og ES.
Leysliga mett eru góð 55 ymisk fakfeløg í Føroyum, og sambært Sonju Jógvansdóttir er skeiklar hetta styrkina hjá teimum.
Í blaðnum í dag skjýtir hon upp, at vit fáa eitt sokallað LO samstarv í Føroyum. Her verður sipað til breið fakfelagssamstørv, sum vit kenna úr grannalondunum hjá okkum.
Sonja Jógvansdóttir, ið sjálv tók stig til Samtak, eitt fakfelagssamstarv millum Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag, varð gestur í tíðindunum á Rás 2 á miðdegi.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Sonju Jógvansdóttir.
Les eisini meiri í blaðnum í dag.