- Fakfelagssamstarvið vil hervið senda eina áheitan til Fíggjarmálaráðið og Heilsu- og Innlendismálaráðið um at áleggja Umhvørvisstovuni at halda sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið við at lata ætlaðu bygnaðarbroytingarnar á stovninum ganga á nýggjum, vísir samstarvið á í fráboðan í dag.
Fakfelagsamstarvið, ið telir Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelag Føroya, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, metir sáttmálaásetingarnar millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið ikki hava verið hildnar.
Tey meta, at avgerandi broytingar eru gjørdar, uttan at verða tikin við upp á ráð, ella hava fingið nøktandi tíð at seta seg inn í málið, og tað er í stríð við ásetingarnar.
- Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið bjóðaðu tann 29. mai leiðslum og álitisfólkum á stovnum landsins til temadag um, at álitisfólkini og samstarvsnevndir skulu takast við, tá ið bygnaðarbroytingar verða framdar, vísa tey á, men halda fram, at:
- Sæð í ljósinum av hesum, so undrast Fakfelagssamtarvið stórliga, at hetta sáttmálabrotið verður framt 27. maj. Serliga tá ið breið semja var á temadegnum um, at álitisfólk og samstarvsnevndir skulu takast við, tá bygnaðarbroytingar verða framdar, siga tey.