Beint sum stríðsmaðurin Karl Johansen riggaði seg til at fara undir sín seinasta part av lívinum - eina friðsama pensjonistatilveru, var hansara lívstráður kvettur. Eitt otium uttan drúgvar samráðingar, eitt otium uttan eitt 8 til 5 arbeiði, eitt otium saman familjuni og eitt otium, har tíð gavst til tað, sum áhugin var fyri, men sum fyrst nú veruliga stundir góvust til. Og løgið var tað kortini, at júst hesin maðurin, sum serliga gjørdist kendur sum forsprákarin fram um aðrar fyri, at hansara limir skuldu fáa tað eisini fíggjarliga rúmsátt sum pensjonistar, náddi als ikki sjálvur at gera brúk av tí skipan, sum fer at standa sum ein stoltur varði yvir hansara drúgva arbeiðsdag sum fakfelagsmaður.
Seinast eg fekk høvið prátað við Karl, var beint fyri jól, tá Havnar Arbeiðsmannafelag hátíðarhelt, at hann hevði sitið sum formaður í samfull 25 ár. Í hugnaligum umhvørvi við jólagløggi og holukøkum sat hesin erligi og vinsami stríðsmaðurin og hugnaði sær saman við mongu gestunum, sum møttu fyri at ynskja honum tillukku. Sum vera man vóru eisini mangar røður. M.a. bar hansara mótstøðumaður í mongum samráðingum, Poul Mohr fram eina sera beinrakna røðu. Hann nevndi m.a. tvey viðurskifti, sum lýstu Karl sera væl. Fyri tað fyrsta, at hann var álítandi. Hevði tú gjørt eina avtalu við hann, so helt hon. Fyri tað næsta, so kallaði hann Karl ein skilamann. Hetta serføroyska fyribrigdið - ein skilamaður. Ein maður, sum dugur tað, hann skal.
Tíbetur eydnaðist eisini mær at koma at kenna Karl, tó ikki í so drúgva tíð. Men m.a. mintist eg frá mínari tíð í landsstýrinum, at Karl bar við sær ein dám av tí ektaða og óforfínaða. Hann var maðurin, sum við sínum spontana verumáta var eitt stolt umboð fyri sínar limir. Hann kundi minna bæði okkum politikkarar og uttan iva eisini embætisfólkini á, at tað eisini var eitt lív uttan fyri bonaðu gólvini í Tinganesi.
Og tvær ferðir fekk eg vístan tann stóra heiður at bera fram eina røðu á arbeiðaradegnum 1. mei saman við Karl og øðrum góðum fólkum. Fyrst ferð í 1995 og seinnu ferðina í fjør. Men báðar ferðirnar í ringasta óveðri við bæði vindi og regni. Og her stóð hesin stolti fakfelagsmaðurin, sum hesa løtuna bæði skuldi stríðast móti veðurgudunum, politikkarunum og arbeiðsgevarunum. Men tað var kanska rætta myndin, vit fingu av Karl hesar løtur. Í andglettinum, men fullur av stríðsvilja og góðum vónum. Tí konstruktivur var hann sum fáur. Hann kendi sín leiklut, men hann virdi eisini leiklutin hjá øðrum, eisini sínum mótstøðufólkum. Og tað er uttan iva eisini røttu eginleikarnir hjá einum góðum fakfelagsmanni.
Vit í Føroya Javnaðarflokki minnast Karl Johansen við størstu virðing.










