Arbeiðssteðgur
Sosialurin hevur spurt nøkur fakfelagsfólk, hvat tey halda um arbeiðssteðgin, sum stendst av sáttmálatrætuni millum Starvsmannafelagið og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Vit hava eisini spurt, hvat tey halda um, at løgtingið í gjár ætlaði at leggja seg út í trætuna og við lóg syrgja fyri, at strandfaraskipini, Smyril, Teistin og Dúgvan, verða undantikin verkfallinum, soleiðis at siglingin um ávikavist Suðuroyarfjørð, Skopunarfjørð og Leirvíksfjørð verður tikin uppaftur.
Fakfelagsfólk eru sum heild fáorðað og hava lítlan hug at gera viðmerkingar til ítøkiligu sáttmálatrætuna, men umboðini fyri arbeiðarafeløgini vísa á, at tey lótu strandfaraskipini sigla við ferðafólki undir seinasta verkfallinum á privata arbeiðsmarknaðinum.