Í gjárkvøldið segði Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, við in.fo, at tað kann fáa avleiðingar fyri hvønn einstakan pedagog, um tey svíkja sína ábyrgd og seta lív og heilsu í váða í hesum verkfallinum.
Tað hevur fingið fleiri fakfeløg at ressast við. Tað seinasta felagið er Maskinmeistarafelagið, sum nú seinnapartin kemur við einum mótmæli.
- Maskinmeistarafelagið vil við hesum mótmæla, at Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum hevur hótt við, at talan kann verða um persónligar avleiðingum fyri hvønn einstakan pedagog í samband við verkfallið hjá Pedagogfelagnum.Pedagogfelagið er í lógligum verkfalli og Maskinmeistarafelagið vil við hesum veita teimum sín fulla stuðul til at fremja lóglig stríðsstig í hesum sambandi, skrivar felagið.