Fakfeløgini átala Karsten Hansen

   

Í fjølmiðlunum síggja vit, at Karsten Hansen, landsstýrismaður hevur upplýst, at hann ikki vil góðkenna sáttmálan, sum Maskinmeistarafelagið og SEV hava gjørt.
Lønarhækkingin hjá maskinmeistarunum svarar til uml. kr. 16,50 um tíman, um prosentini, sum maskinmeistararnir hava fingið, verða umroknaði til lønartalvuna hjá teimum ófaklærdu.
Vit hava fingið upplýst, at maskinmeistararnir hjá SEV 2 ferðir hava fingið løn útgoldna eftir nýggja sáttmálanum, og at Fíggjarmálaráðið ongantíð tey seinastu uml. 15 ? 20 árini hevur kravt at fingið sáttmálarnar hjá SEV og Maskinmeistarafelagnum til góðkenningar.

Hvør er grundin til úttalilsini hjá Karsten Hansen?
Sum skilst hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag roynt at fáa fíggjarmálaráðharra okkara at leggja seg út í sáttmálaviðurskiftini hjá Maskinmeistarafelagnum og SEV, og endamálið er at leggja undirritaðu feløgum forðingar í vegin fyri at fáa somu lønarhækking, sum aðrir starvsbólkar í samfelag okkara hava fingið.
Landsstýrismaðurin leyp á leistum fyri privatu arbeiðsgevarunum, hóast stórur ivi helst er um heimild hansara, nú Landsstýrið fyri fyrstu ferð í 15 ? 20 ár tykist at vísa sáttmálaviðurskiftunum hjá Maskinmeistarafelagnum og SEV nakran áhuga, tí neyvan kann Karsten Hansen bróta siðvenjuna um, at Fíggjarmálaráðið ikki leggur seg út í hesi sáttmálaviðurskifti.

Karsten Hansen stuðlar framhaldandi øking í lønarmuninum millum tey lægtsløntu og tey við hægri inntøkum
Við úttalilsum sínum er Karsten Hansen miðvíst farin í part við privatu arbeiðsgevarunum, sum ikki tykjast vilja unnna vanliga ófaklærda arbeiðaranum somu hækking upp á tímalønina, sum tey hægri løntu fáa.
Vit spyrja okkum sjálvi hví arbeiðsgevararnir og landsstýrismaðurin ikki kunnu unna tí lægstlønta sama krónutal upp á tímalønina, sum aðrir starvsbólkar hava fingið.

Fakfeløgini átala ódámligu uppíleggingina hjá Kartsen Hansen
Undirritaðu fakfeløg átala harðliga úttalilsini hjá Karsten Hansen, tí tað er eyðsæð, at orsøkin til hesa uppílegging er at royna at forða limum okkara at fáa somu lønarhækking, sum aðrir starvsbólkar hava fingið.
Hesin ágangur hevur tó styrkt samanhald okkara enn meira, og vit skulu gera fíggjarmálaráðharranum greitt, at vit standa rimmarfast við krøv okkara, tí vit fara ikki at góðtaka, at lønarmunurin millum limir okkara og tey hægri løntu framhaldandi fer at økjast.


Tórshavn, 05.05.2003

Føroya Arbeiðarafelag

Havnar Arbeiðsmannafelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag