Fakfeløgini: Ongi tiltøk um vikuskiftið

Fakfeløgini fara ongi tiltøk at seta í verk um vikuskiftið.

Tað sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagið beint nú

Tey fýra feløgini, Pedagogfelagið, Lærarafelagið, Starvsmannafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag, hava sitið á fundi og tikið samanum støðuna og semja er um, at tað verður í hvussu so er onki verkfall um vikuskiftið.

Sostatt er greitt, at bæði Smyril og hini Strandferðslan sigla sum vant alt vikuskiftið, eins og onki annað í samfelagnum verður nervað hetta vikuskiftið.

Selma Ellingsgaard sigur, at tey eru greið yvir, at fólk eru ørkymlað av, at tey fáa onki at vita, men hanga í leysum lofti og tí koma tey við hesi fráboðanini í kvøld, at fyrrenn mánadagin verða so ongi tiltøk sett í verk.

Fakfeløgini fara nú at vitgera støðuna víðari fyri at fáa eina endaliga avgerð.

Tey fýra fakfeløgini hava viðgjørt støðuna síðani tey mikudagin vrakaðu semingsuppskotið ímeðan arbeiðsgevarin, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, góðtóku tað.

Í dag hava tey fýra fakfeløgini havt fund við álitisfólkini og síðani hava tey tosað saman