? Taka vit ikki annað skinn um bak, koma vit skjótt at standa eftir sum teir stóru tapararnar.
Tað heldur IngeborgVinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Hon heldur, at ágangurin á fakfeløgini frá teimum politisku flokkunum er so stórur, at tað verður neyðugt hjá feløgunum, at tey fara at hugsa meiri politiskt.
Og tá ið hon sigur politiskt, meinar hon partapolitiskt.
?Fakfeløgini hava sjálvandi altíð blandað seg meiri og minni upp í politikk. Tað allarmesta, sum hevur við fakfelagsarbeiðið at gera, er onkusvegna politikkur og tí er tað sjálvsagt, at feløgini blanda seg uppí politikk í síni heild.
?At siga, at fakfeløgini ikki skulu leggja seg út í politikk, ber slett ikki til, tí alt lívið er politikkur.
? Men higartil hava fakfeløgini í Føroyum ikki blanda seg uppí partapolitikk.
Í øðrum londum er tað ikki óvanligt, at fakfeløg leggja seg beinleiðis út í partapolitikk og stuðla ávísum flokkum beinleiðis, bæði við at heita á limirnar um at atkvøða fyri ávísum flokkum og við at hjálpa ávísum flokkum við fíggjarligari hjálp til valstríðini.
Og Ingeborg Vinther er sannførd um, at tað er hendan leiðin, sum tey føroysku fakfeløgini eisini noyðast at ganga. Men hon leggur tó dent á, at tað kann kortini ikki koma upp á tal at stuðla flokkum fíggjarliga
Hon sigur, at tað er ferð eftir ferð, at tað kemur fyri, at lógir verða smoygdar niðuryvir fakfølgini, sum tey ikki vilja vita av.
Hon sigur, at eftirlønarlógin og ætlaða lógin um seming eru tvey spillfesk dømi um hetta.
Í eftirlønarlógini verður arbeiðsgevarin sleptur undan allari ábyrgd. Samstundis verður stættarmunurin staðfestur heilt í grøvina, tí tann, sum hevur eina høga lívsløn, skal eisini fáa eina høga eftirløn.
? Og í lógini um seming er tað ætlanin at taka verkfalsrættin frá fakfeløgunum við at geva semingsmanninum óavmarkaðan rætt til at útseta verkfall. Samstundis er ætlanin at gera tað at kalla ógjørligt at fella semingsuppskot.
Men Ingeborg Vinther ivast ikki í, at enn fleiri uppskot fara at koma, sum fara at skerja møguleikarnar hjá fakfeløgunum at virka.
? Í løtuni eru vit á eini fullkomiliga skeivari kós. Vit síggja tað á lógarsmíðinum, sum ferð eftir ferð ger seg inn á fakfeløgini. Og vit síggja tað í samráðingunum, ikki minst á almenna arbeiðsmarknaðinum, har ið Fíggjarmálastýrið vísir slíka vanvirðing ímóti fakfeløgunum, sum sjálvdan sæð áður.
Tí heldur hon, at tíðin nú er komin hartil, at fakfeløgini eiga at taka ein nógv meiri virknan lut í politikki.
Ingeborg Vinther heldur kortini ikki, at fakfeløgini skulu fara at stuðla einstøkum politiskum flokkum fíggjarliga.
? Men eg haldi, at vit eiga gera okkum greitt, at tað er neyðugt hjá okkum at taka meiri virknan leiklut í politikki. Tað kunnu vit gera við at stuðla teimum flokkum, sum stuðla okkara sjónarmiðjum á Løgtingi.
? Hetta skal gerast við at fakfeløgini mæla fólki til at atkvøða fyri teimum flokkum, sum stuðla fakfelagspolitikki á Løgtingi.
Hon sigur, at hetta er vanligt í Grønlandi og hevur eisini verið gjørt í Íslandi viðhvørt. Og tað heldur hon, at fakfeløgini í Føroyum eisini eru noydd til at gera nú.
? Kunnu flokkarnir ikki taka í herðatoppin á politikarum, sum fara so langt av leið, sum ávísir politikarar í hesi samgongurin eru farnir, sum eiga fakfeløgini at bera so í bandi, at flokkurin svíður fyri tað, og missur atkvøður, tá ið val verður aftur, sigur Ingeborg Vinther.










