Fakfeløgini ímóti lóg um verkfalsfráboðan

– Tað hoyrir ongastaðni heima, at landsstýrismaðurin í vinnumálum við lóg kann áleggja fakfeløgunum at boða frá verkfalli 48 tímar frammanundan, so arbeiðsgevarar kunnu fyrireika seg og eitt nú arbeiða undan.

Tað sigur samskiparin í Samtaki, Sonja Jógvansdóttir, nú eitt uppskot frá Johan Dahl um viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum verður samtykt á tingi í næstum, tí ein stórur meiriluti í vinnunevndini tekur undir við tí.

Sonja Jógvansdóttir undirstrikar, at ein møgulig fráboðanarfreist eigur at vera ein samráðingarspurningur millum fakfeløg og arbeiðsgevarar, tí hitt er tað at leggja seg út í frælsa samráðingarrættin.

Niðanfyri kann hoyrast samrøðan við samskiparan hjá Samtaki: