Fakfeløgini í øðini um uppsparing

Fimm stór fakfeløg hótta við umfatandi tiltøkum, um lóg verður gjørd um tvugna uppsparing. ? Tað verður ikki við mýkindum, lova feløgini í yvirlýsing

Fleiri av stóru fakfeløgunum geva ilt av sær í yvirlýsing, sum varð send út í gjár.

Tey eru í øðini um, at tvungin uppsparing er upp á tal fyri at steðga búskaparligu gongdini í landinum, og tey hótta við umfatandi tiltøkum, verður slík uppsparing sett í verk.

? Leggur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum lógaruppskot fyri tingið um tvungna uppsparing, verður tað tikið sum beinleiðis ágangur móti fakfelagsrørsluni, og so kenna vit okkum noydd at seta tiltøk í verk. Og tað verður neyvan við mýkindum, skriva fimm fakfeløg í eini felagsyvirlýsing

Yvirlýsingin, sum er gjørd av Handverkarafeløgunum, Sjúkrasystrafelagnum, Stavsmannafelagnum, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag, er ætlað sum ein ávaring til landsstýrið.

Boðini eru greið: Haldið tykkum lagt burtur frá tiltøkum, sum raka vanliga løntakaran, tí annars...


Hav ikki ráð

Í harðliga mótmælinum frá fakfeløgunum verður sagt, at ein tvungin uppsparing fer at raka vanliga løntakaran meint, og uppsparingin fer at beina fyri teimum fyrimununum, sum løntakarin vann sær í seinastu sáttmálasamráðingunum.

? Vit fara ikki at góðtaka eina slíka ráðagerð móti tí samfelagsbólki, sum seinastu 10 árini hevur kent sviðan av tí samfelagskreppu, sum varð skapt av politiskum ódgunaskapi í áttati- og nítiárunum, siga feløgini.

Fakfeløgini halda, at ein skipan við tvungnari uppsparing at kollrenna tær ætlanir, sum fleiri av fakfeløgunum hava um eina eftirlønarskipan.

? Eingin vanligur løtakari fer at hava ráð at gjalda bæði til tvungna uppsparing og til eina eftirlønarskipan.

Fakfeløgini biðja landsstýrismannin við fíggjarmálum leggja ætlanina um tvungna uppsparing til viks í stundini.