Fakfeløg skulu sleppa at keypa Lív

Landsstýrið fór fyri meira enn 10 árum síðani undir eina tilgongd at einskilja P/F Føroya Lívstrygging. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur sambært løgtingslóg nr. 59 frá 16. mai 2006 um at einskilja P/F Føroya Lívstrygging fingið heimild at lata 50% av partapeninginum til Ognarfelagið Lív og selja hini 50% av partabrøvunum í P/F Føroya Lívstrygging.

 

Partapeningurin er ogn landsins, og kunnu partabrøvini ikki avhendast, uttan fíggjarlig heimild er fingin til vega. Felagið varð selt í 2011 til BankNordik, men keyparin valdi seinni at taka keypið aftur. Tá hetta var greitt, vísti ein samtøka av fakfeløgum áhuga fyri at keypa tey 50% til sama prís, sum undanfarni keyparin.

 

Tó vísti tað seg, at endaliga sølan/avhendanin dróg út, og helt Fíggjarmálaráðið tí, at tað var misvísandi, at inntøkan frá sølu av P/F Føroya Lívstrygging stóð á Løgtingsfíggjarlógini ár eftir ár, og at rættast var at taka játtanina av fíggjarlógini og ístaðin fáa fíggjarligu heimildina til vega, tá sølan varð veruleiki.

 

Avtalað er millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Ognarfelagið Lív, í samsvari við løgtingslóg nr. 59 frá 16. mai 2006 um at einskilja P/F Føroya Lívstrygging, at ognarfelagið fær 50% av partapeninginum í P/F Lív Holding uttan viðurlag.

 

Við Sp/f Fakfelag er gjørd avtala um, at felagið keypir 33,33% av partapeninginum í P/F Holding, og er avtalaði keypspeningurin kr. 23.333.333,33.

 

Yvirtøkudagurin er settur til 1. september 2016. Harumframt hevur Sp/f Fakfelag eftir avtaluni rætt og skyldu til at yvirtaka restpartapeningin á 16,67% fyri kr.11.666.66,67, sum í seinasta lagi skal verða framt 10 ár eftir yvirtøkudagin.

 

Hin 27. mai 2016 hava Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið góðkent Sp/f Fakfelag sum keypara, tó við ávísum treytum, m.a. at Sp/f Fakfelag verður umskipað til P/F Fakfelag.

 

– Mælt verður til, at inntøka landsins frá sølu av parti av P/F Lív Holding, við aðrari eykajáttan, verður flutt í Búskapargrunn Føroya, skrivar Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum í uppskotinum.