Í morgun hava seks fakfeløg viðgjørt spurningin um ætlanirnar hjá Helenu Dam á Neystabø, at geva fólkum fríviku uttan løn.
Fakfeløgini eru prinsipielt ímoti hesum ætlanum Á fundi í dag hava Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Starvsmannafelagið, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Føroya Lærarafelag viðgjørt spurningin um fríviku uttan løn, hetta stendur í tíðindaskriv hesi fakfeløgini sendu út fyri løtu síðani.
Fakfeløgini leggja dent á, at ongin hevur vent sær til teirra í hesum máli, og tað halda tey vera undarligt, tá tað eru fakfeløgini, ið hava avgerðarrættin í øllum viðurskiftum hjá sínum starvsfólkum.
- Fakfeløgini hava sáttmálar við Fíggjarmálaráðið, og mál sum hesi skulu verða viðgjørd millum partarnar; og ikki millum leiðslu og einstaka starvsfólkið, skriva fakfeløgini eisini í tíðindaskrivinum.









