Fakfeløg heita inniliga á dómarar um at siga upp

Tey stóru arbeiðarafeløgini eru so ónøgd, at tey umhugsa at taka seg burtur úr Fasta Gerðarrættinum

Vit heita inniliga á tykkum um at leggja frá tykkum.

Hetta er greiði boðskapurin frá fýra stórum fakfeløgunum á fýra av teimum fimm dómarunum í Fasta Gerðarrættinum.

Tey fýra fakfeløgini eru tey stóru arbeiðarafeløgini, altso Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og tey bæði arbeiðarafeløgini í Klaksvík,

Og teir fýra dómararnir, sum tey vilja hava frá, eru Halgir Winther Poulsen, Torleivur Hoydal, Maria á Dul og Guðrið Joensen.

Fimti limurin í Fasta Gerðarrættinum er Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar arbeiðskvinnufelag.


Taka seg burtur úr

Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, staðfestir, at tey eru so ónøgd við framferðina hjá Fasta Gerðarrættinum, at kemur ikki broyting í, umhugsa tey av álvara at taka seg burtur úr.

Sáttmálin um Fasta Gerðarrættin kann sigast upp við seks mánaða freist til ein fyrsta januar.

Tað merkir, at í seinasta lagi 30. juni kunnu tey siga sáttmálan upp og so eru tey leys av Fasta Gerðarrættinum tann 1. januar í 2011.

- Hvørja støðu, vit taka, veldst alt um, hvat hendir hesar næstu dagarnar, sigur Ingeborg Vinther.

Men hon staðfestir eisini, at tað er ein veruligur møguleiki, at tey fara at siga sáttmálan um gerðarrættin upp.


Burtur úr vón og viti

Tað eru avgerðirnar hjá Fasta Gerðarrættinum í sambandi við sáttmálatrætuna millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið um portørarnar, sum hava fingið fakfelagsrørsluna á gos.

Tey fýra arbeiðarafeløg siga rætt og slætt, at avgerðirnar hjá Fasta Gerðarrættinum í tí sambandinum eru burtur úr vón og viti.

Tá ið sáttmálasamráðingarnar slitnaðu og Starvsmannfelagið lýsti arbeiðasteðg, legði fíggjarmálaráðið málið fyri Fasta Gerðarrættin.

Rætturin kom til ta niðurstøðu, at arbeiðssteðgur skal ásetast við eini hóskandi freist eftir tí arbeiðsøki, talan er um.

Hóast Gerðarætturin ásannar, at ongin freist er ásett í nøkrum sáttmála, heldur hann fast um, at ein freist skal vera nøktandi.

Kortini sigur rætturin onki um, hvat ein hóskandi freist er.


Gera seg inn á verkfalsrættin

Tann eini av teimum fimm dómarunum í Fasta Gerðarrættinum er Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hon tekur ikki undir við niðurstøðuni, tí hon sigur, at tað er siðvenja, at tað er ikki neyðugt við tíðarfreistum tá ið arbeiðssteðgur og verkfall verða lýst og hesari siðvenju kann Fasti Gerðarrætturin ikki seta til viks.

Tey fýra arbeiðarafeløgini siga, at avgerðin hjá Fasta Gerðarrættinum er bæði at gera seg inn á týdningarmikla siðvenju og sáttmálasamráðingarnar.

Fasti Gerðarrætturin sigur, at ætlanin er ikki at kollvelta arbeiðsmarknaðinum, men at koma við einum íkasti til at nútímansgera viðurskiftini fyri ganga teimum krøvum, sum nútíðarsamfelagið setir, á møti.

Arbeiðarafeløgini siga, at tað er staðfest fleiri ferðir, at tað er ikki neyðugt við tíðarfreistum, tá ið sáttmálaslit føra til arbeiðssteðgir.

- Tað, sum Fasti Gerðarrætturin nú hevur gjørt, er at gera seg inn á verkfalsrættin. Tað ørkymlar fakfeløgini av álvara og tí vilja vit hava at teir fýra dómarnarnir leggja frá sær fyri at endurvinna álitið aftur á Fasta Gerðarrættin, staðfestir Ingeborg Vinther.


Tríati ára gomul træta

Dettur Fasti Gerðarrætturin sundur, verður tað eitt stórt bakkast fyri føroyska arbeiðararørsluna.

Tað staðfestir Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelagi.

Sum tað sæst í hinari greinini, er stórur vandi fyri, at arbeiðarafeløgini fara at siga seg úr Fasta Gerðarrættinum og at hann sostatt dettur sundur.

Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag minnir á, at Fasti Gerðarrætturin er úrslitið av eini minst 30 ára gamlari trætu millum fakfeløg, arbeiðsgevarar og politiska myndugleikan.

Tað byrjaðu longu í sjeytiárunum, tá ið fleiri og fleiri røddir fóru at hoyrast um at skipa ein arbeiðsrætt í Føroyum og at vit skuldu hava høvuðsavtalur, sum er yvirskipað avtala millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar um, hvussu viðurskiftini skulu skipast.

Ein týðandi partur av hesum er, at tá ið verkfall og arbeiðssteðgir verða lýstir, skal tað vera við ávísum freistum.

Hesum settu fakfeløgini seg hart ímóti. Men røddirnar um arbeiðsrætt tagnaðu ikki og stríðið harðnaði alla tíðina upp ígjøgnum áttati- og nítiárini.

Í nítiárunum kom tað hartil, at tað var talan um at leggja uppskot um arbeiðsrætt fyri Løgtingið.

- Tá gjørdu fakfeløgini bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum púra greitt, at tók Løgtingið eitt slíkt mál til viðgerðar, varð landið í stundini lagt lamið av aðalverkfalli, sigur Ingeborg Vinther.

Tí datt málið niður fyri, men tað datt kortini ikki burtur.

Og fyri nøkrum fáum árum síðani endaði tað við eini neyðsemju, har ein fastur Gerðarrættur varð skipaður og har fakfeløg og arbeiðsgevarar skrivaðu undir upp á at geva seg undir gerðarrættin.

- Men avgerðirnar sum gerðarrætturin hevur tikið síðstu vikuna, er nú við at máa grundarlagið undir Fasta Gerðarrættinum aftur, staðfestir Ingeborg Vinther.