Fakfeløg fund um verkfalsrættin

Á miðdegi eru øll fakfeløg boðin á fund í Føroya Arbeiðarafelag at tosa um, hvat tey skulu gera við ætlanina hjá samgonguni at skerja rættin til at fara í verkfall, sum tey kalla tað.

Tey, sum hava tikið stig til fundin, eru Samtak og Almenna Fakfelagssamstarvið.

Tey fimm fakfeløgini í Samtaki eru Fiskimannafelagið, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og bæði arbeiðarafeløgini í Klaksvík.

Feløgini í almenna Fakfelagssamstarvinum eru tey stóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið, Felagið

Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Sostatt er greitt, at tað er nógv tann størsti parturin av løntakarunum, sum hevur tikið stig til fundin.

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, sigur, at evnið, feløgini fara at viðgera á fundinum, er ætlanin hjá samgonguni, og Janus Rein uttanflokkatingmanni, at áseta í lógina, at tá ið fakfeløg ætla sær í verkfall, skulu tey boða frá tí minst 48 tímar frammanundan.

- Hetta er ein ógvuliga grundleggjandi spurningur fyri fakfeløgini og tí fara vit at tosa um, hvat vit skulu gera við hetta, og um nøkur stig skulu takast, sigur samskiparin í Samraki.

Sonja Jógvansdóttir vil ikki longu frammanundan siga, hvørji stig, feløgini kunnu hugsast at taka.

Men hon endurtekur, at talan er um eitt prinsippmál fyri fakfeløgini og tí kann alt hugsast.

Men fyrst og fremst væntar hon, at tey fara í Løgtingið at royna at tosa politikarar frá at atkvøða fyri ætlanini.

- Verður hetta samtykt, er hetta at skerja verkfalsrættin hjá fakfeløgunum og tað er eitt mál, feløgini altíð hava tvíhildið ógvuliga fast um.

Hvussu fakfeløgini skulu bera seg at í sambandi við verkfall, er ein spurningur, sum skal takast upp í samráðingum við arbeiðsgevararnar, so tað er eitt mál, politikarar skulu halda seg langt burtur frá, leggur hon afturat

- Summi feløg hava eina fráboðanarfreist í sambandi við verkfall, men tað eru viðurskifti, sum eru avtalað í eini samráðingum við arbeiðsgevararnar, sigur samskiparin í Samtaki.

Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at fakfeløgini kunnu als ikki taka undir við, at feløgini skulu tvingast at boða frá verkfalli frammanundan.

- Tað setur arbeiðsgevarin í eina bógv sterkari støðu, enn fakfeløgini eru í, tí nú fær hann góðar stundir at fyrireika seg til eitt verkfall, sigur hon.

Upprunaliga skuldi lógaruppskotið, ið ásetir 48 tíma fráboðanskyldu í samband við verkfall, til 2. viðgerð í dag. Men málið er útsett til tingfundin fríggjadagin.