Fáir vindskaðar hóast nógvan vind

Ein endi á einum báti slitnaði í nógva vindinum og hann lá og fleyt niðri á Kongabrúnni í nátt.

Nógvur vindur hevur verið kring landið í gjár og í nátt, men hetta hevur ikki elvt til størri vindskaðar. Onkur vindskaði var í gjár, sigur løgreglan, og í nátt kom ein fráboðan.

 

Ein maður var farin ein biltúr í nátt út, eftir Kongabrúnni út móti Tinganesi. Komin móti bátabryggjunum har, sá hann at ein bátur lá og fleyt leysur.

 

Eina stund óttaðist løgreglan, at báturin var komin rekandi aðra staðni frá, av tí at vindurin lá inn móti Kongabrúnni, men tá teir komu á staðið skiltu teir, at talan var um ein bát, ið hevði fast pláss har.

 

Fremri endin á bátinum var slitnaður, men hann lá enn bundin í aftara endanum og hevði tí snarað sær á. Løgreglan megnaði at toga hann upp á pláss aftur og knýta hann fastan við endunum, ið eftir vóru. Báturin hevði ikki elvt til skaða á aðrar bátar, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.