við dómarakvøðu
Dómarafelagið, Eyðun Samuelsen, formaður
Eftir dystin millum Søljuna og Stjørnuna seinasta mikukvøld, hevur nakað av orðadrátti staðist av leiklutinum hjá ávíkavist dómara og venjaranum hjá Stjørnuni í dystinum.
Dómaralfelagið fer sjálvandi ikki at leggja seg út í, hvørjar viðmerkingar ymsu partarnir gera í fjølmiðlunum. Men eitt mark má tó vera fyri, á hvørjum støði viðmerkingarnar verða gjørdar.
Í Rás2 sigur venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, at »...at ein leikari hjá Stjørnuni eftir dómarans meting skal hava sagt okkurt, sum ikki hóskar seg á einum vølli«. Hetta er beinleiðis at sáa iva um trúvirði hjá dómarunum. Tá takkað verður fyri dyst, standa dómararnir beint har, sum spælararnir hittast. Tí er talan ikki um nakra meting hjá dómarunum, men um eina konstantering av tí, sum farið er fram. Tí er tað púra burturvið, at ein venjari, sum ikki stendur líka nær, skal sáa iva um tað, sum dómarin hevur eygleitt. Og tað er her, at vit vilja biðja um Fair-play.
Og tað skal verða sligið heilt fast, at tað til eina og hvørja tíð eru dómararnir, sum gera av, hvussu dømt verður í dystunum. Sjálvandi vilja mistøk koma fyri í einum dysti. Men vit í Dómarafelagnum vilja altíð arbeiða fyri at betra um støðið á dømingini í Føroyum.
At ein venjari beinleiðis hóttir við at taka lið av vøllinum, um ein ávísur spælari ikki verður revsaður fyri ein tilburð, er fullkomuliga burturvið og hoyrir onga staðni heima. Serstakliga ikki, tá sami venjari samstundis er bæði landsiðsvenjari og limur í starvsnevndini hjá HSF. Sjálvsagt hava hesir sessir einki við venjarastarv hansara at gera, men hesir sessir føra eisini eina ábyrgd við sær. Millum annað tað at sýna vanliga fólkaligheit. Tað hevur Svein Rógvi Nielsen als ikki sýnt í hesum førinum. Og at hann eftirfylgjandi ákærir dómararnar fyri at »vera farnar í summarfrí« má sigast at vera langt úti.
Heldur enn at fara í miðlarnar at skapa óneyðugt rok um ein dyst, sum slettis ikki var so rokmikil, kundi hann kontakta antin dómarafelagið ella dómararnar sjálvar um sína ónøgd.