Fagrir Fuglar fara suðureftir at spæla

Karsten Vogel og hansara Birds of Beauty spæla í Suðuroynni um vikuskiftið

Føroyavinurin og tónleikarin Karsten Vogel ferðast í Føroym í hesum døgum. Ætlandi skuldu tey spæla í Suðuroynni seinasta vikuskiftið, men eini ferðaætlan er ikki altíð lætt at vara seg fyri, tí hvørki fuglarnir ella fyrireikarar vórðu gjørdir varir við, at norðoyastevna var og at sambandið við Suðuroynna tískil ikki var sum vant, tí Smyril var í Klaksvík allan leygardagin.                      Men nú royna Birds og Beauty aftur. Fríggjakvøldi spældu Vogel og hansara fólk í Stóra Pakkhúsi í Vági, har eisini írsku Máire Breatnach og Thomas Loefke spældu, og leygarkvøldið spæla Bird of Beauty í Tvøroyrar Klubba klokkan 21.