Fagri nýggi krimiheimur

Íslendski Jón Hallur Stefánsson er ikki bara enn ein nýggjur krimi høvundur, men ein, ið tvíheldur um, at krimisøgur eiga at teljast millum fagurfrøðiligar bókmentir


Jón Hallur Stefánsson, Krosstre, (Kvinden der forsvandt), Gyldendal, 2008 



Valdimar og Marteinn eru tað nærmasta vit koma onkrum slagi av høvuðspersónum í nýggju íslendsku krimisøguni, Krosstre – sum heldur hugflogsleyst hevur fingið heitið Kvinden, der forsvandt á donskum.

Valdimar er kriminalpolitistur og Marteinn er sonur Bjørn, ið verður funnin illa viðfarin uttanfyri eini summarhús. Seinast, nakar sá Bjørn, var tá hann algoystur leyp avstað eina náttina, eftir at hava tikið ímóti einum telefonboðum. 


Marteinn er fyrst í tjúgunum og hevur frammanundan ríkiligt av trupulleikum av pápanum, sum hevur eina elskarinnu á aldur við Marteinn. Elskarinna eitur Sunneva, og tað er hon, sum hvørvur. Sum lesarar vita vit alt ov væl, hvar hon er. Tað er ikki har, spenningurin liggur. Intensa dramaið stavar frá mátanum, høvundurin Jón Hallur Stefánsson letur lesaran fylgja konu Bjørn, foreldrunum hjá Sunnevu, og Hallgrímur, vinmanninum hjá Martin. Øll hava tey onkur loyndarmál, sum avdúka, at Bjørn ikki hevur so fá lík í skápinum. 


Krosstre er ikki bara enn eini krimi, men ein, ið tvíheldur um, at krimisøgur eiga at teljast millum fagurfrøðiligar bókmentir. Og tað kann hon nokk eisini – serliga tá hon móti endanum prógvar, at reglurnar fyri eina krimi als ikki nýtast at vera til staðar fyri at gera eina krimi spennandi ...