Fagraberg verður á Fuglafirði í nátt

Fagraberg, sum hevur roynt vestur úr Írlandi, fór at sigla leygarmorgunin, teir verða á Fuglafirði í nátt. Fagraberg hevur um 3000 tons av svartkjafti.

Tað hava ikki verið so nógv skip á svartkjaftafeltinum, sum tað plaga at vera hesa tíðina.

Jupiter er á veg aftur til fiskiskap, teir hava landað í Fuglafirði.

Næraberg og Tróndur í Gøtu hava landað í Vestmannaoyggjunum.

Finnur Fríði er á fiskifeltinum.

Prísurin á svartkjafti liggur um 1 kr./ kg.