Føroysk uppisjóvarskip hava kastað rættiliga nógv arbeiði av sær í Skagen seinastu tíðina. Sambært skipini.fo, verður Fagraberg seinkaður úr Skagen í minsta lagi í eina viku. Uppisjóvarskipið Fagraberg, sum Framherji í Fuglafirði eigur, hevur ligið í Skagen seinastu vikurnar, har skipið eitt nú hevur verið til upppussingar og aðrar ábøtur.
Eftir ætlan skuldi skipið verða leyst úr Skagan um páskirnar, men sambært skipini,fo, kemur arbeiði, sum gjørt verður í Danmark, helst at taka í minsta lagi eina viku longri, enn áður mett.
Fagraberg fór niður til Skagen hin 20. mars, og sama kvøld kom eisini Finnur Fríði, ið eisini skuldi pussast upp, til norðurjútska býin.
Sum hitt triðja føroyska uppisjóvarskipið úr Føroyum kom Tróndur í Gøtu eisini fyri eini tíð síðan til Skagen, har garantieftirlit skal gerast.
Skipini.fo skriva, at arbeitt hevur verið dúgliga við at mála Fagraberg, og eisini er nýtt búmerki hjá núverandi eigarunum málað á gronina á skipinum, har EJ (Eiler Jacobsen) áður stóð.









