Fagnaðarkvøld fyri Jóan Jakku Guttesen & Magnusi á Stongum

Í sambandi við, at Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum hava føðingardag, verður skipað fyri fagnaðarkvøldi í heimbygdini Sørvági, leygardagin 27. januar kl. 20:00

Fyrireikararnir siga at Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum eru væl kendir innan føroyska tónleikaheimin, og hava rós uppiborið fyri teirra avrik. Nú ynskja vit at geva teimum eina hjartans tøkk fyri teirra íkast.


Tiltakið verður í dansistovuni í Sørvági.

 

Á skránni eru tónleikur, røður og hugni. Ymiskir tónleikarar og sangarar fara at tulka sangir hjá Jóan Jakku og Magnusi.


Í steðginum verður borðreitt við leskiligum munnbitum og ymiskum leskandi.

 

Tiltakið byrjar kl. 20:00. Dyrnar lata upp kl. 19:30.

 

Almenna tiltakið endar kl. 23:00, og eftir tað verður «jam session» í Wild West-hølinum, har øll eru vælkomin.

 

Tiltakið kostar 250 kr.

18 ára aldursmark.