Týsdagur 31. oktober klokkan 20 verður fagnaðargudstænasta í Havnar kirkju kl. 20.00. Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar. Eftir gudstænastuna verða øll boðin til ein drekkamunn á Hotel Hafnia.
Kl.19.30 er undansending í útvarpinum í KVF, har Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, greiðir frá reformatiónskantatuni hjá J. S. Bach yvir sálmin hjá Martini Luther “Vár Guð er føst og haldgóð borg.”
Sunnudagin 29. oktober verður skipað fyri reformatiónsgudstænastum í kirkjunum kring landið.
---
Mánadagin 23. oktober, mikudagin 25. oktober klokkan 19 og fríggjadagin 27. oktober klokkan 18 verður Lutherfilmurin frá 2003 sýndur í Havnar Bio – og tað kostar 50 krónur.










