Savnsfagnaðurin byrjaði sunnudagin við útferð til Gjárar, og alla hesa vikuna verða alskyns tiltøk til børn og vaksin.
Hjá børnunum liggur í hvussuer væl fyri at luttaka, nú skúlarnir eru í heystfrí.
Hvønn dag í vikuni eru tónleikatiltøk í Tutl á Káta Horninum í Havn. Tónleikurin er tengdur at evnunum, sum Savnsfagnaðurin snýr seg um.
Í Miðlahúsinum verða hvørt kvøld tveir styttri fyrilestrar og ein tónleikaløta við kensum føroyskum tónleikarum. Tey fýra søvnini standa fyri hvør sínum kvøldi frá mánadegi til hósdag, Fríggjakvøldið verða vinnararnir av Savnsfagnaðarkappingunum heiðraðir, og ein almenn savnsfaganarquiz verður eins og ein tónleikarløta.
Myndir frá teknikappingini verða at síggja bæði í Miðlahúsinum og á Býarbókasavninum.
Endamálið við tiltøkunum er at vísa á, at vísindi og list ikki eru ólík, tí bæði krevja kreativitet og eygleiðing.