Fagnaður um fyrsta sigurin hjá AB í 2016

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Aftaná fimm javnleikir og fimm eittmálstap koppaði tað rætta vegin hjá Trygva Mortensen og hansara monnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi fyrr í kvøld við ein fegnan Trygva Mortensen, høvuðsvenjara hjá AB, sum fekk sín fyrsta sigur við AB í effodeildini aftaná fimm javnleikir og fimm eittmálstap.

 

Trygvi Mortensen staðfestir, at talan er um ein stóran lætta, og fyri teirra málsetning er tað gott at hava fingið samband við Skála og TB á stigatalvuni aftur.

 

Hýrurin í umklæðingarrúminum var eisini framúr, aftaná fyrsti sigurin var vunnin í effodeildini. Trygvi Mortensen ergrar seg tó um, at teir aftaná 2-0 og 3-1 leiðslur ikki megnaðu at binda um áðrenn TB í tveimum førum kom inn aftur í dystin, men tað helt hjá AB hesaferð.