Fagnaður til lívið í Ítróttarhøllini í Havn

Á stórum tiltaki fyri børn í Ítróttarhøllini á Hálsi fríggjadagin, fer Javni at fegnast um alt, sum er lívgevandi, børn, fuglar, dýr, blomstur, fiskar og mangt annað


 

Barnafagnaður


Fríggjadagin skipar felagið Javni fyri stórum tiltaki fyri smærri børn í Ítróttarhøllini í Havn.

Tiltakið er fyri børn ímillum fimm og 10 ár og tað verður fríggjadagin frá klokkan 10 til klokkan 16.

Hetta er ein barnafagnaður, sum gongur undir heitinum ?Lívið?

Javni sigur, at endamálið við tiltakinum er geva børnum fáa møguleika at møta øðrum børnum.

? Somuleiðis er endamálið at hjúkla um tað fjølbroytni, ið hoyrir við til tað at vera barn.

Javni hevur bjóðað øllum børnum í Føroyum í millum 5 og 10 ár til til Barnafagnaðin. Innbjóðingar eru sendar til skúlar, barnagarðar og dagrøktir. Somuleiðis eru foreldur vælkomin við

børnum, hóast tað ikki gongur stovn.


Fegnast um lívið

Hetta er fyrstu ferð at Javni hevur tiltak burturav til smærri børn, og tað verða sanniliga nógv børn við.

Eini 1.500 børn úr øllum landinum hava boðað frá luttøku, so tilsaman verður roknað við, at eini 2.000 fólk í Ítróttarhøllini í Havn hendan dagin.

Vanlig leikluturin hjá Javna er annars alla tíðina at vísa myndugleikunum á tørvin hjá teimum minni mentu í samfelagnum.

? Hesaferð hava vit valt at gleðast yvir lívið. Á Barnafagnaðinum fara vit at vísa á tað, ið er lívgevandi: Børn, fuglar, djór, blómur, fiskar og mangt annað, sigur Javni.

Á Barnafagnaðinum verður eisini hugsað um, at tey veikastu børnini, sum ofta ikki er pláss fyri í almennum tiltøkum, so at eisini tey kunnu verða við hesuferð.

Í sambandi við tiltakið hevur Javni heitt á lærarar og pedagogarar, um at fortelja børnunum um felagið áðrenn tey koma, og at hava eitt pappírklipp við, til at hanga upp á eitt net í høllini.

Javni sigur, at børnini kunnu koma og fara tá ið tey vilja, tað er sostatt ikki neyðugt at vera í Ítróttarhøllini allan dagin

Tað er ein flokkur á Pedagogskúlanum, sum skipar fyri tiltakinum saman við Javna og tey fegnast øll um, at tað er so stórur áhugi fyri at vera við.

? Vit vænta ein lívgevandi dag í Ìtróttarhøllini á Halsi í Havn.


Nógv á skránni

Tað verða nógv tiltøk á skránni hendan dagin í Ítróttarhøllini.

Millum annað verða verkstaðir við ymsum at evna til, klovnar, djóragarður, ítróttur við kendum leikarum, bókaframsýning og framførðslur á pallinum. Har verður eisini eitt serligt tiltak ið tey nevna ?at sansa?.

Tað verður Maud Wang Hansen , leiðari á verkstaðnum Vón, ið kemur at seta Barnafagnaðin og

seinnapartin kemur Løgmaður at vitja børnini.