Fagnaður fyri Ajax á Camp Nou

Barcelonafjepparar skóru í fagnaðarróp tá ið tað frættist at vinarfelagið, Ajax, hevði lagt seg á odda ímóti Juventus

Meðan FC Barcelona í hesi løtu hevur lítlar trupulleikar av Manchester United, er størri spenningur ímillum Juventus og Ajax í Torino.

Júst sum ein útskifting skuldi fremjast hjá FC Barcelona, hoyrdust rimmar gleðisróp frá áskoðarunum á Camp Nou.

Leikararnir sóu bilsnir út, men skiltu at enda at orsøkin er at Matthijs De Ligt hevði lagt Ajax á odda 2-1 ímóti Juventus.

Orsøkin til gleðina hjá Barcelona-fjepparum er millum annað at fyrrverandi Real Madrid-stjørnan spælir við Juventus, men eisini at Ajax og Barcelona hava eitt óvanliga tætt samband.

Leikarar og venjarar sum Johan Cruyff, Rinus Michel, Johan Neeskens og Frank Rijkaard hava vunnið nógv við báðum feløgunum, har serliga Johan Cruyff hevur verið ein ímynd av bestu úrslitunum hjá báðum feløgunum.