Fagnaður á amerikanska marknaðinum

Dow Jones indeksið hevði í dag sín næst besta dag í søguni Eftir ein mánað, sum er tann ringasti í søguni hjá amerikanska marknaðinum, hækkaðu kursirnir ógvusliga í dag.

Samlaða hækkanin á Dow Jones-indeksinum var 10,88%. Og eisini Nasdaq og S&P 500 eru hækkað heilt nógv.

Mikudagin er rentufundur, og har verður roknað við enn eini amerikanskari rentulækking, samstundis sum amerikanski Miðbankin tykist átaka sær ein aktivari leiklut fyri at lætta um skuldina, sum fleiri av fyritøkunum á marknaðinum hava at dragast við.