Fagnaðardagur í Íslandi í dag

Í dag er fagnaðardagur í Íslandi, tí um alt landið hátíðarhalda tey, at tað eru 100 ár síðani Ísland tók fullveldi tann 1. desember 1918.

 

Í Reykjavík er stórt hátíðarhald nú seinnapartin, har eisini forsætisráðharrin, Katrin Jakobsdóttir, og forsetin, Gudni Th. Jóhannesson, eru við, umframt Margretha drotning og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri í Danmark, sigur íslendska kringvarpið, RUV.

 

Á hátíðarhaldinum eru stuttar røður, nógvur og fjølbroyttur tónleikur, og sjáldsamt verður tað, tá I tveir sangarar fara at syngja á teknmáli. Annars er hátíðarhald um alt landið við framførðslum, framsýningum og tiltøkum av ymsum slagi.