Elionora Olsen, føroyskur sjúklingavegleiðari á Ríkissjúkrahúsinum, ynskir at samskipa viðgerðina betri, so at føroyskir sjúklingar ikki skulu líka ofta til Danmarkar til kanningar.
Í samrøðu við fakblaðið hjá starvsfólkum á Ríkissjúkrahúsinum og Glostrup Hospital, greiðir Elionora Olsen, føroyskur sjúklingavegleiðari á Ríkissjúkrahúsinum frá sínum arbeiði.
Í greinini nemur hon eisini við sína vón um, at tað fer at eydnast henni at samskipa viðgerðina hjá føroysku sjúklingunum betri. Vónin er, at innkallingar til viðgerð ikki verða framdar, fyrr enn ein heildarætlan er løgd fyri viðgerðina hjá hvørjum einstøkum sjúklingi. Tað ræður um at gera tilgongdina til viðgerð so smiðliga fyri sjúklingin sum møguligt. Talan er um umleið 1000 føroyskar sjúklingar, men kanska tvífalt so nógvar ferðir, av tí at so nógvir teirra skulu til kanningar eisini.
- Tað er eitt stórt puslispæl, men tað er mín meting, at tað vil gagna bæði sjúklingunum og heilsuverkinum. Fyri sjúklingarnar verður lættari at boða sínum arbeiðsgevara frá, nær og hvussu ofta teir skulu á Ríkissjúkrahúsið, eins og teir ofta hava tørv á at skipa fyri barnaansing, sigur Elionora Olsen.
Elionora Olsen greiðir frá, at hóast føroyingar flest eru stinnir í donskum, so er tað ein avbjóðing, tá fólk skulu greiða frá síni sjúku og øðrum persónligum viðurskiftum á einum fremmandamáli.
- Og so eru tað ávísir mentanarligir munir á donskum og føroyskum sjúklingum. Spyrt tú til dømis um sjúklingurin hevur ilt og pínu, sá mást tú sum heilsuarbeiðari vita, at føroyingar ofta hava lyndi til at “tosa tílíkt niður.” Hetta merkir, at um ein føroyingur svarar at pínan “ikki er so galin,” so kanst tú rokna við, at viðkomandi hevur rættiliga ilt, sigur Elionora Olsen.









