Færri enn helvtin á vali í Grønlandi

Í Grønlandi vóru færri enn helvtin av teimum, ið høvdu atkvøðurætt, á fólkatingsvali. Tað skrivar grønlendska kringvarpið KNR.

47,8 prosent av teimum, ið hava atkøvðurætt í Grønlandi, vóru á fólkatingsvali. Aja Chemnittz úr flokkinum IA og Aki-Matilda Høeg-Dam vórðu afturvaldar  (Arkivfoto). - Foto: Christian Klindt Sølbeck/Ritzau Scanpix

47,8 prosent atkvøddu, og sambært KNR er tað lægsta valluttøka á fólkatingsvali í Grønlandi síðani 1987.

Ein partur av frágreiðingini er, at fólkatingsval vanliga hevur minni áhuga í Grønlandi, sigur Ulrik Pram Gad, sum er seniorgranskari við Dansk Institut for Internationale Studier (Diis) og granskari í ríkisfelagsskapinum og Arktis.

– Eins og evropatingsval ikki eru so áhugaverd í Danmark í Danmark sum fólkatingsval, sigur hann.

Aja Chemnitz úr flokkinum IA og Aki-Matilda Høegh-Dam úr Siumut vórðu afturvaldar í Fólkatingið.

/ritzau/