Og har hava teir seinastu árini broytt áseyðatalið og justerað tað niðureftir.
Jørgen Niclasen, sum er ein av eigarunum í Tindholmi sigur, at teir áður høvdu 65 áseyðir. Tá lógu lombini um tey 50 í tali.
- Vit gjørdu so av, at seta áseyðatalið niður í 50, og síðani tá hava lombini ligið oman fyri 60. Í gjár, tá vit eru í royting, høvdu vit 46 ær í rætt og heili 61 lomb. Fýra ær eru so deyðar burtur av gjøgnum veturin, sigur Jørgen Niclasen.
Umframt ær og lomb, ganga eisini 16 veðrar úti í Tindhólmi.










