AB boðar í kvøld frá, at sáttmáli er gjørdur við 23 ára gamla Sandri Færø. Hann er lítlibeiggi tann meiri navnframa Odmar Færø, og eins og beiggi sín, so hevur hann fingið sína fótbóltsuppaling í B36.
Tað er eisini úr B36, at Sandri skiftir. Hann hevur havt ilt við at sleppa framat besta liðnum hjá B36, og í ár hevur hann spælt átta dystir fyri næstbesta liðið hjá teimum.
Seinnu helvt av kappingarárinum 2014 spældi hann tó við júst AB. Tá bleiv tað til níggju dystir og tvey mál. Sandri er vongleikari og er ein møguligur avloysari hjá Rógva Poulsen, sum er farin til Danmarkar.









