Fær stóran týdning fyri Sandoynna

Í næstum fáa fleiri fólk aftur fast arbeiði í Sandoy og tað hava tey ikki havt í fleiri ár

Hetta fer at fáa stóran týdning fyri Sandoy

Tað heldur Brandur Sandoy, nú Marine Harvest ætlar at gera eitt alibrúk við Salthøvda á Sandi.

Á almennum eyka bygdarráðsfundi í gjárkvøldi samtykti Sands bygdarráð at mæla til, at Marine Harvest Føroyar fær aliloyvi á Sandsvág.

 

Samstundis er ætlanin at lata fiskavirkið í Skopun upp aftur, har Marine Harvest

og Delta Seafood, sum frammanundan rekur Sandoy Seafood, eru í samstarvi.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr borgarstjóran á Sandi greiða frá.