Fær ongar avleiðingar fyri Føroyar

Ein meiriluti av donsku veljarunum, 53,1 prosent, atkvøddi í gjár á fólkaatkvøðu ímóti at broyta danska rættarfyrivarnið í ES til eina tilvalsskipan, meðan 46,9 prosent atkvøddu fyri.

 

Tilsamans vóru góðar 2,9 milliónir danskir veljarar á fólkaatkvøðuni, svarandi til 72 prosent, sum var munandi meira enn tey 60 prosentini, sum valgranskarar høvdu væntað.

 

Annar av føroysku fólkatingsmonnunum, Sjúrður Skaale, sigur úrslitið av fólkaatkvøðuni merkja, at hon ongar avleiðingar fær fyri Føroyar.

 

Sjúrður Skaale greiddi í Rás 2 frá, hvat tað merkir fyri Føroyar, nú danskarar í gjár atkvøddu ímóti at broyta danska rættarfyrivarnið í ES til eina tilvalsskipan.