Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina kæru frá Kringvarpi Føroya um vantandi innlit í ein fund millum Samhaldsfasta og Fíggjarmálaráðið um Skálafjarðartunnilin.
Klagarin bað um innlit í frágreiðing frá fundi millum løgmann, Fíggjarmálaráðið, Innlendismálaráðið og formannin fyri Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin, sum var á heysti 2013 um fígging av Skálafjarðartunlinum.
Hesin fundurin snúði seg um ítøkiliga áhugan hjá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum (AMEG) at gera íløgur í Eysturoyartunnilin. Fíggjarmálaráðið metti, at fundarfrágreiðingin einans var til innanhýsis brúk, og tí ikki umfata av lógini um alment innlit. Hesum var klagarin ikki samdur í og kærdi tí avgerðina til Løgtingsins umboðsmann.
Eftir at hava kannað málið, kom Løgtingsins umboðsmaður til ta niðurstøðu, at Fíggjarmálaráðið hevði rætt í síni niðurstøðu, at fundarfrágreiðingin einans var til innanhýsis brúk og tí ikki umfata av lógini um alment innlit. Løgtingsins umboðsmaður fer tí ikki at gera meiri við málið.