Fær 57.000 kr afturat um árið - skattafrítt

Heðin Mortensen er framfýsin sum borgarstjóri, so tað hevur hann uppiborið

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, skal nú hava yvir 57.000 krónur afturat í lønarposan um árið.

Og tað er skattafrítt.

 

Talan er ikki um vanliga løn, men um borðfæ, sum borgarstjórin fær skattafrítt afturat lønini, at vera blíður fyri, sum tað eitur.

 

Tórshavnar Býráð hevur samtykt at broyta inntøkuviðurskiftini hjá borgarstjóranum og í tí sambandinum hevur býráðið samtykt at hækka skattafría borðfæið hjá borgarstjóranum 300 prosent.

 

Higartil hevur borgarstjórin fingið 2.393,87 krónur um mánaðin í skattafríum borðfæið. Talan er sostatt um 28.726,44 krónur um árið og tað svarar til tað, ein landsstýrismaður fær í borfæið.

Men nú hevur samgongan í býráðnum samtykt at trífalda borðfæið upp í 7.181,61 kronur um mánaðin, ella 86,179,32 krónur um árið.

Tað eru 57.452,88 krónur meiri um árið enn hann fær nú.

Leggjast skal afturat, at borgarstjórin hevur ikki skyldu at vísa kvittan fyri, hvat hann brúkar peningin til.

 

Samgongan í býráðnum sigur, at orsøkin til hækkingina er, at umboðandi uppgávurnar hjá borgarstjóranum veksa alsamt og sosatt økjast útreiðslurnar eisini alsamt.

Ella sum Sjúrður Olsen, býráðslimur segði:

- Vit hava offensivan borgarstjóra og eg haldi ikki at nakar av okkum hevði tímað at umboða kommununa soleiðis, so hetta eru piparnøtur fyri tað arbeiðið hann ger, segði hann.

 

Les eisini: Líkist eini hevndaratsókn

 

Jógvan Arge hevur einki ímóti at lønin hjá borgarstjóranum hækkar. Men hann sigur, at borðfæið er ikki løn og hevur borgarstjórin nógv at gera, er tað rættari at hækka lønina, heldur enn borðfæið.

Hann sigur, at borgarstjórin í Havn hevur nógvar ferðir hægri borðfæ enn yvirborgarstjórin í Keypmannahavn, Frank Jensen,  sum harafturat má hava kvittan fyri hvørt oyra hann brúkar.

Jógvan Arge gongur eisini út frá, at tá ið kommunan sýnir blíðskap, verður verður tað sum oftast goldið av onkrari kontu hjá býráðnum kortini.

 

Tey, sum atkvøddu fyri at hækka borðfæið hjá borgarstjóranum, vóru øll umboðini fyri samgonguna í býráðnum, men Sigrún Mohr var ikki á fundi

Sjálvur var Heðin Mortensen ikki við í viðgerðini.